Byggivirkið KBH Sp/f, bleiv stovnað í aug. 1999.
Í byrjanini vóru 3 parteigarar, faðir og synir. Síðani hava synirnir Benn og Helgi yvirtikið virkið, men faðirin Karl Johannessen er framvegis virkin sum handverkari hjá virkinum.
Umframt tær uppgávurnar, sum virkið hevur loyst síðani stovnan, so hava eigararnir og starvsfólkini hjá virkinum drúgvar royndir innan byggivirksemið á mongum økjum.
Karl hevur havt egið virkið síðani tíðliga í 1960’unum, inntil hann bleiv partur av ”KBH” í 1999.
|
|
Benn bleiv útlærdur sum húsasmiður í 1982, og hevur arbeitt sum timburmaður/arbeiðsformaður síðani. Hann hevur verið við til bæði stór og minni byggjaríir, innan- og uttanlanda, og hevur arbeitt innan nærmast øll økir av byggivinnuni.
Helgi bleiv úlærdur sum húsasmiður í 1990 og byggifrøðingur í 1993. Hevur umframt at hava arbeitt sum timburmaður, eisini starvast sum byggifrøðingur í Danmark í 4 ár.
Fyritøkan hevur síðani byrjan verið í støðigum vøkstri, og í løtuni eru uml. 20 starvsfólk; timburmenn, smiðir og lærlingar í starvi hjá virkinum.
|